11 havnadreingir á U17 landsliðnum

U17 liðið hjá dreingjum (mynd: FSF.fo)

Havnin er væl umboða á U17 landsliðnum hjá dreingjum, sum í døgunum 25. september til 4. oktober fer til Finnlands, at taka  lut í fyrsta innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini. Umframt teir 3, ið umboða B36 og teir 4, ið umboða HB, eru Hanus Sørensen úr FC Mydtjylland, Símun Sólheim úr Brøndby IF, umframt Jóhann Hansson Joensen og Sámal Jákup Jóhannusarson úr Hvidovre IF við. Hanus, Símun og Johann eru uppvaksnir í HB, tó skifti Jóhann til B36, áðrenn leiðin gekk til Danmarkar. Sámal Jákup er uppvaksin í B36, so hóast hann er vestmennigur er hann havnadrongur í fótbóltshøpi. Sostatt eru ikki færri enn 11 av teimum 18 úttiknu, uppvaksnir í Havnaliðunum.

Hópurin
Áki Hentze, Andrass Johansen og Pætur Eliasen, B36.
Bárður Ó. Jensen, B68.
Símun Sólheim, Brøndby IF (DEN).
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN).
Bjarti Vitalis Mørk, Leivur F. Guttesen, Regin í Geil Jacobsen og Sveinur Lava Olsen, HB.
Jóhann Hansson Joensen og Sámal Jákup Jóhannusarson, Hvidovre IF (DEN).
Óli Eyðsteinsson Poulsen og Olaf K. Hansen, KÍ.
Meinhard Debes Geyti, NSÍ.
Peter Bergmann Hansen, OB Odense (DEN).
Gulak Andrias Jacobsen, SønderjyskE (DEN).
Elias El Moustage, AaB Ålborg (DEN).

 

Umframt Føroyar og vertslandið, verða Ísland og Russland eisini við í kappingini, og sambært føroyska venjaranum, so eru russar favorittar.

 

– Fyrr í ár, tá NM var í Íslandi, møttu vit ímóti Finnlandi, so teir kenna vit væl. Ísland og Russland havi eg sæð eitt sindur til á video, og tað eru tvey góð lið. Men vit trúgva avgjørt uppá okkara møguleika, sigur Thomas Thinggaard, U17-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Skráin

27. september Russland – Føroyar

30. september Ísland – Føroyar

3. oktober Føroyar – Finnland

 

Allir dystirnir verða klokkan 11:00, føroyska tíð.

(Visited 154 times, 1 visits today)
Deil