HB vann á B36 í Gundadali

Allan Dybczak er aftur venjari hjá besta kvinnuliðnum

HB kvinnurnar vístu, at tær eru sterkasta kvinnuliðið í høvuðsstaðnum, tá tær vunnu 1-0 í Gundali móti grannakvinnunum úr B36.

 

Sambært HB.fo so skoraði Sara Lamhauge einasta málið átta minuttir fyri dystarlok. Við sigrinum legði HB veruliga sjógv millum seg og B36. Nú 12 umfør eru spæld liggur HB á triðja plássi við 19 stigum, og B36 á 4. plássi hevur 12 stig.

EBS/Skála er á odda í deildini við 33 stigum frammanfyri KÍ, ið hevur 30 stig og ein dyst til góðar.

 

 

Deil

Viðmerkingar