Skulu vera góðir í verjuspælinum

Føroyska landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum ímóti Portugal, sum verður hósdagin klokkan 19:45. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og nú verður bara bíðað eftir sjálvum dystinum ímóti europameistarunum.

Undan seinastu venjingina fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen, og hann gleðir seg til dystin, sum uttan iva verður ein stór avbjóðing fyri okkara menn.

Video: Meðan landsliðsspælararnir løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar ímóti Portugal, fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen.

Deil

Viðmerkingar