Tap móti B36 var dropin

Mynd ÍF á Facebook

KÍ legendurnar Jákup Mikkelsen og Olgar Danielsen hava nú góða tíð at fara til Klaksvíkar á Summar Festival, tí teirra samstarv við ÍF er endað.

Jákup hevur verið í ÍF síðan 2010, tá hann lat seg í málmanshandskarnar hjá fuglfirðingum. Seinastu árini hevur hann verið í venjaratoyminum.

Olgar Danielsen, kom til ÍF áðrenn hetta kappingarárið, sum hjálparvenjari. Gongdin hevur tó verið øgiliga ring hetta kappingarárið, og liðið hevur einans 6 stig eftir 18 umfør, og tykist nærum longu flutt niður.

Í gjár smurdi B36 ÍF av 5-2, og hetta gjørdist altso tann nógv umrøddi dropin, ið fekk bikarið at flóta yvir.

Deil

Viðmerkingar