90 ára føðingardagurin

(THE SAME PROCRDURE AS EVERY YEAR, JAMES)

Eg hugsi ikki um sketsjina sum er hvørt gamlaárskvøld. Nei, eg hugsi um tey sum skjótt verða 90 ár og tey sum eldri eru. Tey eru nevniliga teir yngstu íbúgvarnir í Føroyum, sum hava havt møguleika at siga sína meining, á eini fólkaatkvøðu, um framtíðar støðu Føroya í tí Danska Kongaríkinum. Tað er “på høje tid”, fyri at brúka eina danska orðing, at vit sum eru yngri sleppa at siga okkara meining, BEINLEIÐIS.

Vit eiga at hava eina fólkaatkvøðu, sum kann greiða støðuna um hvat vendir upp og hvat vendir niður. Eisini fyri at lodda dýpi í fólkinum. Jú, vit hava løgtingsval í minsta lagi fjórða hvørt ár. Tað gevur eina lítla peiling, men ikki fyri at taka nakað frá veljaranum, so er tað ikki altíð tann ríkisrættarliga meiningin hjá einum flokki/valevni, sum ger at atkvøðurnar fella til eitt ávíst valevni. Tað er kanska heldur okkurt lokalt mál, persónlig mál, ella kanska ættarbond, trúarfelagar o.s.fr. Hinvegin eru tað eisini flokkar, sum fáa atkvøður, bara grundað av ríkisrættarligu meiningini, og veljarin gevur líka um høgra, vinstra, liberalt ella konservativt. Hetta kann ikki halda fram.

Blokkpolitikkurin, sum vit kenna hann frá øðrum londum, finnist ikki í Føroyum. Tá veljarin setur kross við ein ávísan flokk, og hesin flokkur kemur í samgongu, hevur veljarin ikki ánilsi av um tað verður ein vinstra, høgra, frælsis ella sambands samgonga. Vit vita at tað verða gjørdir semjur/neyðsemjur í politikki. Tað er ein partur av spælinum, tá samgonga verður skipað, við núverandi politiska landslagi, sum vit hava í Føroyum. Hetta er ringt at sleppa undan, um vit ikki reinsa luftina. Ein fólkaatkvøða um støðu Føroya, í Kongaríkinum Danmark, hevði verði rætti lúturin at reinsa við. Tað vísir seg eisini sum oftast, tá samgongur verða skipaðar, at ríkisrættarligi spurningurin oftani kemur í aðru røð.

Vit kunnu bara taka eitt dømi frá seinasta valstríði. Til sitandi samgongu varð skipað. Ikki tí eg skal leggja beinleiðis eftir núverandi samgonguni, men tað liggur feskast í minninum og er eitt klassiskt dømi um “semjur/neyðsemjur” og svikin lyfti. Vit minnast aftur á ein tann seinasta spurningin, sum bleiv settur á seinasta valfundi millum floksformenninar: “Skal blokkurin hækka”. Sambandfl. segði ja og allir hinir søgdu nei til at hækka blokkin.

Hvat bleiv so úrslitið? Fekk veljarin tað hann valdi? Nei.

Sambandafl. slapp at hækka blokkin, hóast 75,3% atkvøddu ímóti. – Afturfyri fekk Miðfl. fastlæst støðuna um borgarliga vígslu av teimum samkyndu, har 93,8% atkvøddu ímóti. – Og Fólkafl. fekk sín fiskivinnupolitikk og flatskatt, 77,5% atkvøddu ímóti. Sum vit síggja, so eru ikki nær námind helvtin av veljarunum, sum fingu tann politikk, teir vildu hava, tá krossurin bleiv settur. Sum vit síggja, so rigga tær vanligu demokratisku spælireglurnar ikki í Føroyum, tá vit ikki hava eina vanliga 1 dimensiónella (1D) skipan við vinstra/høgra. Í Føroyum hava vit harafturímóti eina 2D ella kanska til tíðir 3D skipan, við vinstra/høgra, frælsi/samband og til seinast religiøst/verðsligt.

Tí má minst ein av hesum dimensiónum takast frá politikkarunum, og leggjast út til fólkið at taka støðu til, á eini fólkaatkvøðu. Vit kundu byrjað við at koyrt spurningin um Lóg um Stjórnarskipan Føroya, sum eisini hevur verið kallað Føroyska Grundlógin, út til atkvøðu. Henda lóg hevur verið ávegis í nógv ár og hevur verið fyri í Løgtinginum nakrar ferðir. Sjálvt innihaldið í lógini hevur verið tað sama hvørja ferð, tó so hevur lógin havt ymisk formæli ella inngongdsorðingar. Tað er serliga formælið til lógina, sum hevur verið tann stóri spurningurin. Føroysku politikkararnir eru ikki blivnir heilt samdir, og tað hevur gjørt at lítið og einki er hent tey seinastu árini.

 

Tá lógin varð løgd fyri Løgtingið í 2010, hevði hon eina breiða undirtøku. Tá var formælið hetta:

“Vit, Føroya fólk, samtykkja hesa stjórnarskipan. Hon er grundvøllur undir stýri okkara, ið skal tryggja frælsi, trygd og trivna. Vit bygdu landið í fornari tíð, og skipaðu okkum við tingið, lógum, rættindum og skyldum. Stjórnarskipanin staðfestir, at landsins borgarar eru upphavi til alt politisk vald í landinum, og hon skipar Føroyar eftir nútíðar tørvi við fólkaræði, rættindum og skyldum. Stjórnarskipanin broytir ikki stjónarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru settar í gildið fyri Føroyar, men staðfestur at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt at siga hesar upp og taka við málsræðinum. Eingin lóg kann verða sett í gildi fyri Føroyar uttan løgtingsins samtykt.”

Lat okkum fáa hetta uppskot út til fólkaatkvøðu. Hetta verður ikki ein atkvøða um loysing, men at vit formliga taka ræði í egna landi. Vit síðustilla okkum við Danmark, í Kongaríkinum Danmark, sum líka lond í sama kongaríki. Vit avtaka ikki heimastýrislógina, men heldur venda hana á høvdi. Tað vil siga, staðin fyri at Danmark gevur okkum loyvi til at umsita nøkur mál, viðvíkjandi Føroyum, í Føroyum, geva vit Danmark loyvi til at umsita nøkur mál fyri okkum.

Um so er, at henda lóg verður samtykt av fólkinum, skuldi einki verði til hindurs fyri at Føroyar, til dømis, høvdu kunnað fingið limaskap og luttikið í øllum millumtjóða sambondum, so sum Altjóða handilsfelagsskapin, Olympisku leikunum, Norðurlanda- og Arktiskaráðnum.

Hvat so, um uppskotið Stjórnarskipan Føroya varð felt, hevði so alt ikki dottið á gólvið? Svarið er NEI! Vit høvdu fingið eitt nógv greiðari politiskt landslag. Spurningurin um samband/frælsi vildi verði jarðaður í langa tíð framyvir; ja kanska 90 ár afturat! Vit høvdu sloppið undan at flokkar og valevni, uppundir hvørt val, gjørdu sær dalt av hesi dimensiónini í føroyskum politikki, og fiskaðu “bíligar” stemmur, sum teir so selja til hægstbjóðandi í eini samgongu samráðing.

Fólkaatkvøðu nú ella verður tað sum í sketsjina   “THE SAME PROCRDURE AS EVERY YEAR, JAMES”

 

Karlot Hergeirsson

Valevni fyri Framsókn

Deil

Viðmerkingar