Ljósareyður sparigrísur verður inngongdin

Mynd: Bjørg Hanusson

Ein Bónushandil við einum ljósareyðum sparigrísi verður inngongdin til okkara stásiliga, arktitektoniska, estetiska, nógv umrødda skúladepil við Marknagilsvegin.

”Øll flesk, øll glað!!!” (Ein stórur handil er annars fáar metrar herfrá).

Handilsvinnan trívist sera væl á skúlaøkinum.

Er handilsvinnuni sjálvskrivað grundøkir har skúlar eru?

Hvar er umhvørvis og heilsupolitikkurin?

Hettar var ein av fáu grønu blettunum, ið eftir var.

Og ferðslan, ja, henni verður heilt spennandi at halda skil á.

Ná, men kannska flag loypur av skúladeplinum, so Bónus eisini fær flagtekju og vit øll fáa grøna blettin aftur.

Ja og hvør veit, kanska ljósareyði sparigrísurin verður útskiftur við eina kúgv ella ein seyð, ”jamen, so gongur jú alt upp í eina hægri eind.”

Lesarabræv: Bjørg Hanusson

Deil

Viðmerkingar