Vit skulu øll vera her

Síggji at fleiri av valevnunum eru farin at egna lokalt.
Heðin Mortensen og Anfinn Brekkstein, eru farnir at rópa um at ov nógvur bygdapolitikkur er i løgtinginum og at Havnin eigur ongan góðan í løgtinginum.

Kristin Mikkelsen, Jákup Mikkelsen, sandoyarpolittikararnir og aðrir við, halda at teirra heimabeiti er fyri vanbýti.

Hetta er ikki góður landspolitikkur, hetta er lokalpolitikkur, og hann skal førast í kommununum.

Ein orsøk til at vit fingu eitt valdømi fyri allar Føroyar, var júst fyri sat sleppa undan hesum jólamannapolitikki, har hvør í sínum lagið dregur til sítt heimabeiti.

Tað kann aldrin vera rætt við slíkum “antin ella” politikki.

Tað at onkur landspolitikari úttalar seg negativt um at Tórshanar Kommuna útbyggir sína egnu kommunalu havn, fyri egnan pening, er ikki rætt. Helst verur hetta sagt fyri at vinna nakrar atkvøður. Hann gloymir bert at samstundis missir hansara flokkur atkvødur í Suðurstreymoy.

Hesin hugsunarháttur, har øvundin ella undirlutakenslur eru stírandi, er landsskaðiligur. Hetta at: Havni fekk ein skúla, so skulu vit eisini hava ein skúla. Ella at man loysir ein bráfeingis trupulleika i Skopun, ja så er den helt gal á Krambatanga. Vit fingu einki, so skulu tit heldur ikki hava nakað.

Vit skulu øll vera her. Lat okkum heldur føra ein “bæði og” politikk. Hesin verur til gagns fyri okkum øll, bæði í bygd og í bý.

Fólkaflokkurin hevur seinastu árini veri sera sterkur úti um alt landið, men er viknaður eitt vet í Suðurstreymoy. Um vit Suðurstreymoyingar nú taka okkum saman og aftur fylkjast um Fólkaflokkin, so høvdu vit fingið ein flokk sum var javnt sterkur um alt landið. TAÐ hevði verið ein stórur fyrimunur fyri okkum øll somul, ein flokkur sum er umboðaður eins væl um alt landið. Á tann hátt skilur hann best teir ymisku veruleikarnar runt í landinum.

Vel Fólkaflokkin.

Flokkurin fyri okkum øll.
Fróði Ólason Olsen, valevni fyri Fólkaflokkin.

Deil

Viðmerkingar