1000 vistfrøðiligar bananir frá “Ferðast grønt”

Átakið FERÐAST GRØNT bjóðar seinnapartin í dag hósdagin 31. august og fríggjadagin 1. september frukt í reyðu býarbussunum.

Allar bussleiðir fáa eina kurv við vistfrøðiligum bananum, og høvi verður hjá teimum ferðandi at fáa sær eina ókeypis vistfrøðiliga banan.

FERÐAST GRØNT er partur av umhvørvispolitikkinum – Grøna leiðin – har Tórshavnar kommuna vil eggja fleiri fólkum at nýta bussleiðina.

torshavn.fo

Deil

Viðmerkingar