Havnadama á Summar Festivalin

Guðrið Hansdóttir er eitt av nógvu góðu tónleikanøvnunum, ið er sprotin úr ríka tónleikalívinum í høvuðsstaðnum. Og sum vant eru tað bólkar úr størstu kommununi, ið teljast millum mest spennandi nøvnini á Summar Festivalinum.

Seinastu 10 árini hevur Guðrið Hansdóttir verið millum virknastu føroysku songkvinnurnar. Hon hevur givið fimm soloútgávur út, umframt at hon hevur givið út í bólkinum Byrta. Eisini hevur Guðrið spælt óteljandi konsertir heima og burturi.

– Hesi árini hava verið sera góð og stuttlig. Tað týdningarmesta við at gera tónleik og spæla konsertir, er at hava tað stuttligt, sigur Guðrið Hansdóttir.

Leygardagin spælir hon aftur á Summar Festivalinum, har hon hevur havt nakrar frálíkar framførslur gjøgnum árini.

– Tað feita við Summar Festivalurin er, at tað er altíð nógv fólk, og stemningurin er sera góður. Fólk eru við upp á tað, sigur Guðrið Hansdóttir.

Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Guðrið Hansdóttir:

Deil

Viðmerkingar