Føroysk filmpremiera í Havn

Filmstjórin Sakaris Stórá, saman við høvuðsleikarunum Helenu Heðinsdóttir og Juliett Nattestad.

Norðurlandhúsið var í kvøld karmur um premieruna av fyrsta spælifilminum hjá Sakaris Stórá. Filmurin “Dreymar við havið” er um tvær vinkonur og hvussu teirra vinalag ávirkar tær báðar. Hetta er ein ungdómsfilmur um persónliga menning og um hvussu umstøðurnar eru so ymiskar.

Hann átti at verið ein greið success millum føroyska ungdómin, ið ikki hevur tílíkar filmar á móðurmálinum.

Eftir umleið hálvan annan tíma, har bergtikna fjøldin, bæði græt og flenti, savnaðust stuðlar, framleiðslu toymið og sonevndir VIP’arar í forhøllini í Norðurlandahúsinum, og aftur við onkrum leskandi frá Okkara, og lekkrum ábiti frá Hotel Føroyum, var tosað um upplivingina, og lýsingarorðini vóru bæði stór og góð. Breið semja tyktist at vera um, at hetta var ein framúr góður filmur.

Deil

Viðmerkingar