Skam maraton – Havnin flýtir yvir av filmum

Alt meðan nýggjur føroyskur spælifilmur koyrir í Havnar Bio, og minnilutafilmfestivalur er í Perluni, so kemur Norðurlandahúsið eisini á banan, við Skam maraton hetta vikuskiftið.

Í Norðurlandahúsinum hevur tú møguleika fyri at endursíggja alt Skam frá byrjan til enda.

Norrøna Ungmannafelag Føroyar, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava sligið seg saman um sýna allar fýra sesongirnar av Skam í einum sonnum hyggimaraton.

Vikuskiftið endar við eini Skam spurnarkappong, har tey kjósa Føroya størstu Skam-nørd. Vinnarin fær tvær flogferðir til Noregs.

 

Deil

Viðmerkingar