GRO HARLEM BRUNDTLAND. NORÐURLANDAHÚSIÐ 29. APRÍL 2018.

Hon var fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Noregi. Hon hevur verið ovasti leiðari fyri heimsheilsustovninum, WHO. Og hon stóð fyri nógv umrøddu Brundtland-rapportini, sum snýr seg um at loysa avbjóðingarnar við umhvørvinum í framtíðini.

Sunnudagin 29. apríl hava føroyingar møguleika at hitta Gro Harlem Brundtland á forkunnugum tiltaki í Norðurlandahúsinum.

Óluva Zachariasen, journalistur, fer at gera samrøðu við Gro Harlem Brundtland um leiðina upp á hægstu politisku tindar í Noregi. Hvat var tað, sum kyndi politiska neistan í henni? Hví var tað júst hon, sum gjørdist fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Noregi? Og eru kvinnur frægari leiðarar enn menn?

Gro Harlem Brundtland, sum í dag er 78 ára gomul, er virkin í felagsskapinum The Elders. Ein felagsskapur við fyrrverandi statsleiðarum, sum arbeiða fyri at loysa fleiri av heimsins trupulleikum. Hvat eru tað fyri dyr, sum gamlir leiðarar duga betur at lata upp enn teir yngru?

Eisini fer Gro Harlem Brundtland at svara spurningum um, hvussu vit kunnu handfara avbjóðingarnar sum eitt nú flóttafólk, vaksandi fremmandaótta, kjarnorkudubbing og einum Evropa í spjaðing. Kunnu vit gera nakað? Og hvussu kunnu vit venda ótta til virkni?

Tiltakið við Gro Harlem Brundtland í Norðurlandahúsinum verður sunnudagin 29.apríl klokkan 17-19.

Atgongumerki á 295 krónur kunnu keypast í Norðurlandahúsinum, ella á www.nlh.fo

Deil