Alt hatta har snediga, sum sungið verður um á ólavsøku, hevur eina djúpari meining.

“Á keiini hjá Østrøm har síggja vit tá øll skipini tey duffa á Vestaru vág;
skipsmenninir teir ferðast við bátum út og inn, tá ræður um at halda seg svinn”.
“Gentukæti”, 1894 av Jóan Petur uppi í Trøð

 

ØSTRØM FYLLIR 130 ÁR

Við fabrikkini hjá Østrøm kom ídnaðarkolveltingin til Føroyar. Bygningurin varð reistur í 1887 og varð bygdur av dagleiðarum í Havn. Lønin fyri at laða var 20 oyru fyri alinina – men so skuldu teir eisini útvega grótið sjálvir. Tað kom úr Rættará, ið rennir undir húsunum.

Her inni stóðu fyrstu dampmaskinurnar í Føroyum og eini 60 fólk vunnu til lívsins uppihald her. Endamálið við fabrikkini var at útvinna olju og lýsi úr havsins tilfeingi.

Í 1888 og 1889 var The Normal Company Ltd., sum felagið æt, næst størsti skattgjaldari í Havn. Felagið rindaði tey árini 300,-árliga í skatti.

Men gakk…. Olja varð funnin í Amerika og tá farið varð undir at útflyta til heimsmarknaðin, fall oljuprísurin og tað sama gjørdi grundarlagið undir The Normal Company. Felagið hóraði ikki undan og í 1890 varð tað lýst á tvingsilssølu við hægsta rætt, Chancery Division í Bretlandi.

Partar av útgerðini, m.a. dampketlar o.a., varð seld við fútarættin í Havn og í 1894 keypti Jacob Lutzen bygningin fyri 2.000 krónur. Ognin hevur verið í familjuni síðan.

 

Tíðarrensl í Fabrikkini…

24. juni 1887 Fabrikkin hjá The Normal Company liðug. Farið varð undir at framleiða olju og lýsi úr fiskaúrdrátti , hvali og kópi. Her stóðu fyrstu dampmaskinurnar í Føroyum.

28. mai 1894 The Normal Company fer á húsagang. Jacob Lützen keypmaður, keypir fabrikkina og fer saman við soninum Valdemar undir konservesframleiðslu.

26. juli 1895 Framsýning av føroyskum og útlendskum handverki. Ullvørur, træskurðir og steinarbeiði herundir doypifunturin, sum í dag stendur í Kunoyar kirkju. Tilsamans 2.400 vitjaðu framsýningina. Tá búðu um 1.600 fólk í Havn.

1905 Virksemið við timburhandili og ’Kul, Koks og Braende’ byrjar.

1909 Jacob Lutzen & Sønner fáa 1. virðisløn og medalju fyri fiskabollakonserves á heimsframsýningini í Århus.

1918 Eftir fyrra veraldarbardaga legði Danmark toll á konserves og tá kom stígur í framleiðsluna. Fabrikkin helt tó á fram at virka fram til 1939.

1920 Jens Simonsen (Gøtu Jens) og Knút Lützen hava framleiðslu av bommum í fabrikkini.

1930- Í sambandi við nógv flutningsvirksemi verður farið undir tryggingarvirksemi og felagið umboðar London Guarantee Accidental Company.

1932 Byrjað verður at selja Olju, bensin og petroleum.

1934-1949 Farið verður undir at umboða oljufelagið DDPA.  Tá seinni heimsbardagi byrjar og farleiðin til Danmarkar verður stongd, heldur samstarvið á fram, í beinleiðis samstarvi við J. D. Rockefeller.

1920+ Andrias í Horni hevur bakarí í fabrikkini.

1920+ Johan Evensen hevur spinnarí í fabrikkini.

1920+ Knud Lambaa hevur heilsølu og agentur í fabrikkini.

1939 Annars veraldarbardagi ger, at einki tilfar fæst til konserves framleiðsluna. Bretska hervaldið brúkar fabrikkina til goymslubygning. Proviantur, klæðir, skógvar og frystivørur vóru goymdar her øll krígsárini.

1939 Farið var undir alternativa framleiðslu og m.a. varð rabarbu syltutoy hópframleitt.

1940 Ísvirki er í fabrikkini øll krígsárini. Ísurin varð latin ísfiskabátum og varð fluttur við bili til bátar og skip.

1947 Ísframleiðslan steðgar, tá Fiskacentralurin byrjar sítt virksemi og kann lata lata ís beinleiðis umborð á skipini. Komandi árini verður ísvirkið brúkt av havnafólki til at goyma kjøt í.

1948- Rabarbusyltutoy í gløsum verður framleitt summarhálvuna. Flestu rabarburnar koma úr Gøtu.

1950- Christian Højgaard skómakari hevur sítt virksemi her í nøkur ár.

1955-2003 Fabrikkin verður brúkt til goymslu av byggitilfari.

2003 Lützens Timburhandil yvirtekur alt virksemið í fabrikkini.

2009 Steinprent letur upp grafiskan verkstað og framsýningarhøli.

2011 Studio Bloch byrjar virksemi við tónleikaframleiðslu.

2011 HeinesenMyndir byrjar virksemi við fotostudio.

2012 Festi byrjar virksemi innan samskifti og samleika, og fer undir vørumerkinum Østrøm at reka nýumvældu hølini sum depil fyri vinnu og mentan.

Deil