Kommunan gjørt fleiri mál- og avriksavtalur

Á myndini síggjast f.v.: Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari, Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, leiðari á Býarbókaasavninum, Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Kvøldskúlanum, Annika Olsen, borgarstjóri, Gunnar Streymoy, leiðari í Svimjihøllini og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri.

Mál- og avriksavtalur eru nú gjørdar við Svimjihøllina, Býarbókasavnið og Kvøldskúlan fyri 2017/18.

Í visjónini fyri Tórshavnar Kommunu er m.a. ásett, at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður við skjótari og góðari tænastu til borgarar og vinnu.

Við støði m.a. í hesi visjón er innanmentamálaøkið/ trivnaðarfyrisitingina sett út í kortið, at gera sonevndar mál- og avriksavtalur við stovnar innan mentamálaøkið hjá Tórshavnar kommunu.

Hetta verður gjørt við tí fyri eyga at seta mál og leggja ætlanir fyri virksemið, at tryggja rationellan rakstur, eins og støðugt at fremja og eftirmeta arbeiðsgongdir, umframt at skapa eitt kveikjandi og mennandi arbeiðsumhvørvi.

Alt hetta við tí meginendamáli at veita góðar tænastur og tilboð til borgararnar. Hesi 3 stovnarnir eru týðandi tænastustovnar innan frítíð, ítrótt og mentan.

Avtalurnar síggjast niðanfyri.

Avriksavtala Svimjihøllin 2017-18.pdf

Mál- og avriksavtala TKUL 2017 – 2018_Kvøldskúlin

Mál og avritksavtala 2017-18_BBS

Deil

Viðmerkingar