Mannfólkavikuskifti í Nesvík

Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá við góðum tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum, heitum pottum, framførslu frá tónleikabólkinum Blátt Gras og serliga góðum mati.

Evnið í ár er ‘Hevur tú tíð…?’. Vit liva í eini sera ‘resutari’ tíð og hava ivaleyst ongantíð havt so ringa tíð sum nú. Avleiðingarnar av hesum eru millum annað, at strongd er vorðin ein vanlig sjúka, familjur eru í upploysn, og fleiri torna upp andaliga.

Í vikuskiftinum steðga vit á í øllum ‘resinum’ og koma inn á, hvussu vit kunnu verða betri til at raðfesta okkara tíð. Vit hava allir 24 tímar í døgninum, men hvussu brúka vit hesar tímarnar? Vit hava eina avmarkaða tíð á jørðini, hvussu brúka vit hesa tíð best?

Tað er Kirkjuliga Heimamissiónin, ið skipar fyri tiltakinum, sum seinastu tvey árini hevur verið væl umtókt. Hvørt ár hava áleið 150-200 menn úr øllum landinum luttikið, yngri sum eldri.

Her kanst tú lesa skránna fyri mansleguna, umframt at tað eisini ber til at melda seg til leguna.

Deil

Viðmerkingar