Marty, Hallur og Arnar á stórari country konsert á Hálsi

14. oktober verður risa stórt country kvøld í Havn, við ikki færri enn trimum stórum countrynøvnum.

Navnframi amerikanski country tónleikarin og sangskrivarin Marty Stuart, íslendski Johnny Cash tulkarin , og okkara egni Hallur Joensen levera tónleikin á Country kvøldinum í Høllini á Hálsi.

Marty Stuart gjørdist av álvara kendur í áttatiárum sum partur av bólkinum hjá Johnny Cash. Sum solistur hevur hann havt hitt sum The Whiskey Ain’t Workin’, This One’s Gonna Hurt You , Tempted, Hillbilly Rock, Western Girls og Arlene. Marty Stuart hevur eisini The Marty Stuart Show, har hann fær vitjan av tónleikarum og spælir saman við teimum.

Arnar Ingi Ólafsson er longu eitt kent navn í Føroyum eftir framførsluan á Country & Bluesfestivalinum í Sørvági. Hann hevur gjørt vart við seg í heimlandinum við sínum tulkingum av Johnny Cash, og hansara rødd liggur sera tætt við røddina hjá Cash

 

kelda: r7.fo

Deil

Viðmerkingar