R7 nú ein høvuðsstaðar miðil

Mánin rísur handan antennuna hjá R7 í Nólsoy, kvøldið fyri at R7 lat sendihøli upp í Havn. (mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

Skálafjørðurin hevur verið høvuðssætið hjá R7, síðan útvarpsstøðin sá dagsins ljós, sendimasturin í Nólsoy á myndini omanfyri, hevur verið tættasta hesin miðil hevur verið høvuðsstaðnum.

Tað er ikki sjáldan, at støðin er sett upp sum ein mótpolur til sonevndu høvuðsstaðarpressuna. Men hetta broyttist í dag, tá útvarpsstøðin hjá Peturi Jakobsen úr Søldarfirði, lat dyrnar og sendaran upp í húsunum hjá Skipara- og Navigatørfelagnum í Smærugøtu í Havn.

Myndina omanfyri hevur Ólavur Frederiksen tikið í gjárkvøldið. Vit á Tórsportalinum ynskja R7 vælkomnum til Havnar.

Deil

Viðmerkingar