Signar er kongurin

Signar í Homrum endaði ballið á Vágsbøi í gjárkvøldið, og tað gjørdi hann við einum góðum blandi av hittparadu og nøkrum nýggjum løgum. Men enn einaferð kundi staðfestast, at Signar og Summar Festivalurin eru eitt ótrúliga gott match.

Sjálvur hevur Signar nevnt, at tiltikna konsertin í teltinum í 2014, var løtan, tá tað gekk upp fyri honum, hvussu vælumtóktur hansara tónleikur er, og eins og tá møtti ein væl uppløgd og sangglað fjøld Signari á Vágsbøi í gjár.

 

Deil

Viðmerkingar