Land í eygsjón: Heja Sverige!

23.-30. september kunnu føroyingar seta gulan kross í kalendaran, tá árligi norðurlendski festivalurin Land í eygsjón verður í Norðurlandahúsinum við eini røð av kendum svenskum superstjørnum. Á skránni verður eitt fjølbroytt úrval av tí besta av svenskum sjónleiki, tónleiki, barnaleiki og myndlist.

Størsta tiltakið á Land í eygsjón er stórsligna pallsetingin av Scener ur ett äktenskap við Uppsala Stadsteater. Leikurin byggir á heimskendu sjónvarpsrøðina hjá Ingmar Bergman frá 1973, ið bæði elvdi til kjak og øsing, øking í hjúnaskilnaði og bíðirøðir hjá familjuráðgevum. Scener ur ett äktenskap er ein leikur um makt, máttloysi, kærleika, vinalag og sex. Hvussu sær hjúnabandið út eftir 10 ár, 20 ár og 30 ár? Og heldur dreymurin um lívlangan kærleika?

Í nýggju pallsetingini hjá Eva Dahlman og Lehna Edwall eru seks leikarar, fleiri teirra kendir frá filmi og sjónvarpi, eitt nú Dag Malmberg (Broen), Eva Fritjofson (Fjällbackamorden) og Mikaela Ramel (Rederiet). Uppsetingin hevur fingið framúr góð skoðsmál frá bæði áskoðarum og ummælarum í Svøríki.

“Ein framúrskarandi leikhópur og ein gløgg tulking … stutt sagt: miss ikki henda møguleikan!”
– UNT

“Ein sjónleikaraveitsla.”
– DN

“Elegant, lætt og við heitum, menniskjaligum humor verður hesin Bergman leikurin heilt einfalt endurføddur”
– Aftonbladet

Einans tvær sýningar
Spennandi pallmyndin til Scener ur ett äktenskap er nógv øðrvísi enn vit eru von at síggja í Norðurlandahúsinum. Tí verður talið av áskoðaraplássum eisini avmarkað.

Einans tvær sýningar verða av Scener ur ett äktenskap; fríggjadagin 29. og leygardagin 30. september í Høllini í Norðurlandahúsinum.

Krás fyri oyruni
Klassiskt, poppur, jazzur, folk og vokaltónleikur. Alt hetta er partur av spennandi tónleikaskránni hjá Land í eygsjón. Millum annað verður eitt serligt høvi at uppliva fjøltáttaða tónaskaldið og selloleikaran Svante Henryson, ið vann Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2015. Hann fer at spæla saman
við Føroya Symfoniorkestri, síni egnu jazzkvartett og saman við konuni Katarina Henryson, sum var við til at stovna heimskenda vokalbólkin the Real Group.

Eingin føroysk veitsla uttan svenskar vísur
Där går en dans på sunnanö, Vem kan segla förutan vind og Leið meg út á villar víddir. Ja, hvør kennir ikki onkra svenska vísu? Hóskvøldið 28. september verður svenskt vísukvøld, har føroyskir sangarar syngja kendar svenskar vísur. Føroysku sangararnir eru øll kend nøvn; Guðrið Hansdóttir, Jens Lisberg, Lív Næs, Eyð Berghamar Jakobsen, Kristian Holbæk, Jóhanna Norðberg Niclasen, Tróndur Enni, Maria á Lakjuni, Eyðun Nolsøe, Dánjal á Neystabø, Jensina Olsen o.o

Orðaleysur sjónleikur til børn
Mikudagin 27. september verður orðaleysi barnaleikurin Papper sýndur. Úr pappíri skapast sveimandi fuglar, flákrandi firvaldar, ein hábærslig skjaldbøka og óteljandi aðrar verur. Pappírið verður rukkað, boygt, snúrað og skrætt og verurnar umskapast, hvørva og koma aftur til lívs.

Ein fjøltáttað skrá
Umframt alt hetta verður ein spennandi installatiónsframsýning við Rydh/Sörenson, Astrid Lindgren konsert við Jensinu Olsen, svenskur lesikrókur, barnabio og Skúrurin hjá Emil har øll tey (ó)skikkiligu børnini kunnu stytta sær stundir og evna verur úr træi.

Sí alla skránna á http://www.nlh.fo/fo/land-i-eygjson/

Deil

Viðmerkingar