Skoytubreytin letur upp 2. desember 2017

????????????????????????????????????

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at skoyta vetrarhálvuna 2017/18. Væl umtókta skoytubreytin verður fyri fjóru ferð á Vaglinum. Á skoytubreytini er tónleikur at hoyra og kaffi og kakao til keyps.

Skoytubreytin letur upp 2. desember 2017

Skoytubreytin er opin soleiðis:
Mánadag – Fríggjadag 14 – 22
Leygardag 10 – 22
Sunnudag 14 – 22

Stovnar kunnu eisini leiga breytina
Skúlar, barnagarðar og stovnar annars kunnu leiga breytina. Vendið tykkum til hollin@torshavn.fo. Til ber hjá stovnum at skoyta hesar klokkutíðir:

Mánadag – Fríggjadag 09:00 – 14:00

Nærri kunning um skoytubreytina fæst við at seta seg í samband við Dánjal Samuelsen á telduposti hollin@torshavn.fo

Deil