Tónleikur í miðbýnum

Vetrarljós 2015 verður leygardagin 7. februar í Havn við framførslum av AVE og Kára Sverrison, umframt øðrum, ið ikki eru kunngjørd enn.

Stórt hugnaligt tiltak verður í miðbýnum leygardagin 7. februar. Tað er VisitTórshavn, sum aftur í ár skipar fyri átakinum, og ætlanin er at átakið “Vetrarljós” skal verða árliga afturvendandi.

Leygardagin 7. februar verður tiltakið Vetrarljós 2015. Í stuttum er tað dagurin vit bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki í handlum, stovnum og við tiltøkum annars.

Skráin er ikki almenn enn, men vit vita, at har verða framførslur við AVE og Kára Sverrison, umframt øðrum, ið ikki eru kunngjørd enn.

Tónleikur verður í býnum frá kl. 17.00 til kl. 21.00. Hóast hesin tónleikaparturin er til kl. 21.00, so heldur kvøldið á fram við einari solokonsert við Teiti í Reinsarínum.

Endaliga skráin verður kunngjørd seinni á facebook.com/vetrarljos

Deil

Viðmerkingar