Pernille Rosendahl og Teitur í Reinsarínum

Ert tú limur í Koda/Gramex ella kundi tú trongt til at dagført tína vitan um tónleikarættindi? Mikudagin verður limatiltak í Reinsarínum, har Pernille Rosendahl og Teitur Lassen luttaka.

Kom og fá betri yvirlit yvir tær mongu reglurnar og hugtøkini í tínum heimi sum tónleikaskapari.

Hitt Koda og Gramex til eitt prát um m.a. konsertrapportering, skráseting av verkum, skráseting av útgávum ella um at fáa ordiliga skil uppá tíni rættindi.

Umframt hetta verður eisini ein samrøða við Pernille Rosendahl. Pernille hevur tikið sín bólk við og tey fara at framføra nøkur løg saman við Teiti.

Kom og hitt Koda og Gramex, lurta eftir tónleiki og fá eina tvíflís, mikudagin tann 22. novembur 2017 kl. 17.00-20.00 í Reinsarínum.

Tekna teg til tiltakið her:

Deil