Herligur hósdagur á Summar Festivalinum

Glað fólk í regni sungu og dansaðu saman við Lukas Graham og Danny & The Veetos.

Fyrsti dagurin á ársins Summar Festivali bjóðaði framúr konsertir, nógv fólk og regn. Lagið var sera gott, hóast vætuna úr erva, og á pallinum spardu tónleikarar og sangarar seg ikki.

Stóra navnið hóskvøldið var Lukas Graham, sum spældi sína seinastu konsert á einari ferð, sum byrjaði á Vágsbøi fyri tveimum árum síðani. Lukas Graham gav føroyingum alt, sum hann hevði, og var sera takksamur fyri móttøkuna, hann enn einaferð fekk í Føroyum.

Danny & The Veetos høvdu poppveitslu á Vágsbøi, og á hinum pallunum vóru frálíkar konsertir við Konni Kass, Sámal Ravnsfjall, Olvheðin Jacobsen og Vincent.

Ovast ber til at síggja video, sum Raclip hevur framleitt, frá hósdegnum á Summar Festivalinum.

Deil

Viðmerkingar