Janis Joplin, Led Zeppelin, Soundgarden og so Sperol úr Havn

Whisky a Go Go á Sunset Strip í Los Angeles er nakað heilt serligt, einki er meira rock’n’roll enn júst hesin klubbin, ið hevur hýst nøvnum sum The Doors, The Byrds, Janis Joplin, Soundgarden, Aerosmith, The Police, Motorhead  og Guns n’Roses.

Men í annað kvøld er tað ungi føroyski bólkurin Sperol, ið er ovast á legendariska ljósskeltinum. Sperol eru ungir menn úr Havn og Argjum, sum í løtuni eru á konsertferð í USA, og í annað kvøld er tað so hesin pallur, ið teir standa á.

Deil