Í Klaksvík rokna vit í sentimetrum

Hóast yr.no hevði lovað ávikavist 0,4 og 0,6 mm av regni millum 15-16 og 16-17, so var tað mangt slíkt, ið kom niður. Men sum ein væl ílatin klaksvíkingur segði við einum smíli, her í Klaksvík rokna vit ikki í millimetrum, tá tað snýr seg um regn, vit rokna í senitmetrum.

Meðan Kristina Bærendsen samlaði fitt av fólki, ið hugnaðu sær undir regnskjólum á Vágsbøi, drippaði heldur illa, men tað var sum um, tá kontritónleikurin steðgaði, so steðgaði regnið eisini.

Nú er aftur turt, og himmalin er klárnaður.

Deil

Viðmerkingar