Pernille Rosendahl spælir í Sirkus

Pernille Rosendahl, ið flestu føroyingar kenna sum X-Factor dómara, men hon er eisini sangari, sangskrivari og tónleikaframleiðari.

Fyrst í 90’unum var hon kórsangari fyri m.a. Savage Rose. Frá 1997 til 2005 var hon sangari í bólkinum Swan Lee, frá 2006 til 2012 sangari í bólkinum The Storm.

Síðani 2015 hevur Pernille verið umboðsfólk fyri KODA. Í 2016 kom fyrsta fløgan undir egnum navni. Fløgan Dark Bird er í ár blivið umskapað til dansisýningina “Elsker dig for evigt”.

Afturat øllum hesum undirvísir Pernille í sangskriving og íverksetan á Tónleikakonservatoriinum, hevur solista samstørv koyrandi við eitt nú Volbeat og Filur og hevur vunnið virðislønir av ymsum slag.

Fríggjakvøldið kl. 21.00 kunnu vit uppliva hana í Sirkus, har hon og bólkur hennara spæla eina lítla konsert.

Deil