Sjúrður: Øgilig megi tá fólk skrála inn á pallin

Tann persónurin, sum oftast hevur staðið á stóra palli á Vágsbøi er sjálvandi ein havnamaður: Sjúrður Skaale, sum nú verður frásøgumaður á Summar Festivalinum fyri tólvtu ferð.

Sjúrður Skaale hevur gjøgnum árini presenterað bólkar sum Roxette, Twisted Sister, Westlife, Kim Larsen, Ronan Keating og nógvar aðrar.

– Tað er blivið fastur partur av mínum summari at vera frásøgumaður á Summar Festivalinum. Eg skal mála nøkur vindeygu, pussa knapparnar til føroysku klæðini, steinkja nakrar pylsur, og so skal eg eisini á Summar Festivalin, sigur Sjúrður Skaale.

– Tað er stuttligt at vera frásøgumaður á Summar Festivalinum, tí fólk eru positiv og í góðum lag, og so er eisini spennandi at møta artistunum, sum skulu á pallin, sigur hann.

Sjúrður Skaale hevur ofta upplivað, at stóra fjøldin á Vágsbøi rópar, tá ið hann hevur kunngjørt eitt navn.

– Tað er ein øgilig megi, tá ið 10.000 fólk skrála inn á pallin, og eg skilji væl tónleikarar, sum verða bundnir at tí, sigur hann.

Ovast ber til at síggja video-samrøðu við Sjúrð Skaale, har hann eisini greiðir frá, hvør minniligasta løtan á Summar Festivalinum hevur verið.

Deil

Viðmerkingar