
Kelda: torshavn.fo
Í sambandi við vantandi almenna kunning um kirkjubømúrin, hevur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu saman við Tjóðsavni Føroya útarbeitt eitt uppskot til eina verkætlan, sum skal varpa ljós á søguna um múrin og hvørji fornfrøðilig sereyðkenni eru til skjals.
Ætlanin er at nýta tveir veggir í almenna bíðirúminum í Kirkjubø til endamálið. Gerast skulu tveir bannarar, sum ganga frá lofti til gólv og dekka tískil allan veggin.
Avtalað er, at Tjóðsavn Føroya letur innihald og lay-out til veggirnar og Tórshavnar kommuna stendur fyri at fremja ætlanina í verki.
Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi mikukvøldið.