Ljósini við Gjógv

Fríggjakvøldið 18. september verða ljósini við Gjógv tendraði, men vit hava fingið eina snýkpremieru, og kunnu tí vísa fantastisku sjónina í myndum.

Okkara myndamaður Ólavur Frederiksen frá FaroePhoto var í Gjónni, meðan Gjáarmenn royndu ljósini av og tók hesar frálíku myndir:

Gjógv verður nógv vitjað av ferðafólki, og nú hava tey enn eina orsøk at vitja hugnaligu bygding. Tað er felagið Gjómaður, ið hevur staðið fyri arbeiðinum, ið er gjørt í samstarvi við Tekniska skúla í Havn og Sunda kommunu,

 

Í sambandi við, at ljósini alment vera tikin í brúk er almenn samkoma við Gjógv, har røður og tónleikur verður. Heðin Zachariassen borgarstjóri í Sunda kommunu tendrar ljósini. Døgg Nónsgjógv, Jónsvein Olsen, Kristian Blak og Kiogo sangarar úr Tjørnuvík standa fyri tónleikinum.

Hans Andrias Djurhuus, formaður í Gjómanni heldur røðu. Eisini verður kaffi, køkur og okkurt til børnini at fáa.

Deil

Viðmerkingar