Úr skjáttuni – Top Run

Í sambandi við, at Bragdið komandi sunnudag skipar fyri Top Run, renningin har runnið verður í mótbrekku frá Effo-støðini í Kollfjarðadali (75 metrar yvir havinum) og niðan á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið á 9,8 km.

Hava vit funnið nakrar myndir fram, frá Top Run 2015, ið lýsa hesi gróthørðu fólk, ið renna Top Run.

 

Seinasta freist at melda til online, er Leygardagin 12.august kl. 22.00. Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá kl. 14:00 til 14:30, á kappingardegnum.

 

 

Deil

Viðmerkingar