Eg eiti Teitur

Og eftirnavnið er Vágadal, føddur í 1980, argjafrensur av rang og gerist sum oftast hásur, tá eg heppi á AB. Komandi tíðarskeiðið verði eg ein av mongum, sum fer at spamma føroysku miðlarnar, og eg skal her koma inn á tríggjar orsøkir til, at eg vil inn á ting: 

Útbúgving:

Føroyingar hava í mong ár gloymt at raðfesta útbúgving. Lukkutíð tók Helena Dam á Neystabø í 2010 avgerð um, at øll skikkað skulu sleppa á miðnám, og at Fróðskaparsetrið skal taka lesandi inn á hvørjum ári. Ungdómurin er okkara hjartablóð og uttan hann, doyggja Føroyar út.

Í nógv ár hevur ungdómurin leitað sær til Danmarkar at útbúgva seg. Hetta hevur kostað okkum so mikið dýrt, at vit nú, umframt tey ungu, eisini síggja eldri ættarlið flyta til Danmarkar, fyri at vera saman við børnunum, og ommu- og abbabørnunum í Danmark. Tey koma neyvan aftur til Føroya.

 

Neyðug tiltøk:

* Hækka studningin, sum eisini skal rindast alt árið – ikki bert í 11 mánaðir, sum nú.

* Fleiri grundútbúgvingar á Setrinum, til dømis Búskap og Løgfrøði.

* Fleiri lestraríbúðir – ikki dýrar luksusíbúðir.

* Lækka lestrarrentuna aftur – hon varð hækkað við tveimum prosentum í 2010.

* Tvey hold til sjúkrarøktarfrøðisútbúgvingina árliga.

 

Heilsuverkið:

Í løtuni hava vit eitt heilsuverk, sum ikki er optimalt eftir fleiri ár av sparingum. Starvsfólkini verða niðurslitin og noydd at renna skjótari vegna vantandi játtanir.

Ein kanning í 2009 staðfesti, at heilsuverkinum fór at tørva um 400 nýggj heilsustarvsfólk í 2015. Well – vit eru nú í 2015, og ikki er neyðugt at siga, hvussu gongdin hevur verið.

 

Neyðug tiltøk:

* Eina játtan, ið fylgir prístalinum + uppraðfesting av fleiri økjum, t.d. fleiri læknastørv í Suðuroy.

* Greiðari politikk viðvíkjandi teimum viðgerðum, vit taka heim.

* Greiðari politikk viðvíkjandi teimum viðgerðum, sum skulu bjóðast í Føroyum. Hetta skal gerast í ​samráð við fakfólk – bæði læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur.

* Játtan til fleiri sereftirútbúgvingar fyri sjúkrarøktafrøðingar.

Nýskipanir okkum tørvar:

* Mong eru økini, ið hava verið gloymd í góðu tíðunum og sum hava tørv á eini dyggiligari uppfrískan.

* Skattalógin frá 1983 verður opinbart per prinsipp broytt árliga.

* Fiskivinnulóggávan er høpisleys, tí einki skil er á, hvør fær, hví og hvussu býtið er í mun til inntøkur.

* Arbeiðsmarknaðarmál. Har er til dømis Arbeiðseftirlitið næstan ósjónligt. Tað var á sinni skorið frá 11 fólkum niður í 4½ fólk, sum nú skulu halda eyga við teimum 15.000 fólkunum, ið hava fysiskt arbeiði.

Mong onnur smærri mál kundi eg ramsað upp, men hetta er í høvuðsheitum tey stóru.

Vel reytt, vel løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Teitur Vágadal

 

Deil

Viðmerkingar