Fiskavirksemi vælkomið á Vestaru bryggju

Vit síggja hvønn dag fjølbroytt virksemi á Vestaru bryggju – bæði við bryggjuna og á bryggjuni. Tað er gleðiligt. Men vit hava altíð pláss fyri meira virksemi, sum kann flyta vinnulívið í kommununi fram.

Tí haldi eg, at tað er sera spennandi við teimum menningarkvotum, sum nú kunnu koma til Havnar. Her bíða nógvir møguleikar fyri framman.

Á Bacalao eru 7.000 fermetrar, sum kunnu brúkast til nýtt vinnuvirksemi. So har er ríkiligt av plássi, og tí eru fólk eisini vælkomin at venda sær til Tórshavnar havn við spennandi verkætlanum. Vit eru opin fyri øllum, sum kann skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss í Tórshavnar kommunu.

Samstundis eri eg takksamur fyri, at løgtingslimir úr Havnini hava bart fyri at fáa kvotur til Havnar. Tað er ordiliga gott, at landspolitikarar úr Suðurstreymi eru farnir at hugsa um Havnina og um, at Løgtingið eisini skal hava Havnina í huga í teirra arbeiði.

Tí bjóða vit í Tórshavnar kommunu øllum fiskavirksemi á Vestaru bryggju vælkomnum.

Bogi Andreasen
formaður í vinnunevndini