Havnakvinna stýrir Javnaðarflokkinum á tingi

Javnaðarflokkurin valt nýggja tingbólkaforkvinnu og nýggja 1. næstforkvinnu Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna og býráðslimur í Havn verður tingbólkaforkvinna og 1. næstforkvinna í Javnaðarflokkinum frá  14. september at rokna.

Tá nevndarsessirnir í tingbólki Javnaðarfloksins vórðu býttir, eftir at samgongan varð skipað 14. september 2015, varð avtalað í tingbólkinum at býta sessin sum tingbólkaformaður ímillum Jónleif Johannesen og Helenu Dam á Neystabø.

Komandi 14. september hevur Jónleif Johannesen verið tingbólkaformaður helvtina av valskeiðinum,  og tá tekur Helena Dam á Neystabø við sum tingbólkaforkvinna.

Sambært lógini hjá flokkinum, so er formaður tingbólksins eisini  1. næstformaður í flokkinum.
Hetta inniber so, at Helena nú eisini verður 1. næstforkvinna í Javnaðarflokkinum,

Helena Dam á Neystabø hevur sera drúgvar royndir í politikki bæði sum løgtingskvinna, sum landsstýriskvinna og sum býráðslimur.

Javnaðarflokkurin

(Visited 14 times, 1 visits today)
Deil