Jóhanna og Jonína vitjar á ráðhúsinum

Fyrrverandi íslendski stjórnarleiðarin Jóhanna Sigurðardóttir vitjaði í dag á Ráðhúsinum í Havn saman við konu síni Jónínu Leósdóttir, sum í sambandi við vitjanina í Føroyum hevur givið út bók um teirra felags lív.

Jóhanna hevur verið altingslimur síðan 1978, umboðandi Samfylkingina. Í 2009 løgdu Samfylkingin og Vinstru-Grønu saman og skipaðu minnilutastjórn við Jóhonnu sum stjórnarleiðara.

Hon sat til mai í 2013, tá hon varð avloyst av Sigmundi Davið Gunnlaugsson.

Jónína Leósdóttir er tíðindakvinna og rithøvundur, sum hevur skrivað fleiri sjónleikir og biografiir. Haraftrat er hon BA í enskum og bókmentafrøði.

Talan var í dag bert um eina stutta vitjan, har tosað varð um politisk og aktuell viðurskifti.

torshavn.fo

Deil

Viðmerkingar