Klaga um larm av skipum

Bygdafólk á Signabø bóru týsdagin borgarstjóranum í Havn, Anniku Olsen klagu um larm frá skipum. Útvarpið var við, tá Trina Eysturoy og Jenis á Trøðni bóru borgarstjóranum Anniku Olsen klaguna.

Annika Olsen tók ímóti klaguni og lovaði, at hon skuldi tosað við avvarandi landsmyndugleika. Tí hetta snýr seg um almennu lóggávuna fyri alt landið. Býráðið í Havn samtykti í fjør, at fáa kommunufelagið at heita á Innlendismálaráðið um at gera almennar reglur fyri ljóðdálking fyri alt landið. Annika Olsen lovaði, at hett fór av verða tikið í stórum álvara.

Innslagið var sent í sendingini Summartíð, ið kann hoyrast her, innslagið byrjar um 58 minuttir inni í sendingini.

Deil

Viðmerkingar