Samráðingarnar við Miðflokkin slitnaðar

Bill Justinussen løgtingsmaður fyri Miðflokkin boðar á Facebook frá, at flokkurin hevur tikið seg burturúr samráðingunum um nýggja samgongu.

Í tíðindunum í Kringvarpinum kvøld boðaði Jenis av Rana formaður í Miðflokkinum frá, at flokkurin ætlaði sær at fáa nógv av teimum 18 punktunum, ið flokkurin í síðstu viku handaði formonnunum í samgonguflokkunum, við í eitt samgongugrundarlag.

Løgmaður hevði annars fyrr í dag sambært Kringvarpinum boðað frá, at allar avtalur, ið samgongan frammanundan hevði við eitt nú Sonju Jógvansdóttir og Nýtt Sjálvstýri, skuldu haldast. Hetta hevur uttan iva verið ein rættiliga stórur snávingarsteinur í samráðingunum, ið nú eru slitnaðar. Tí eitt nú avtalan um pensjónsnýskipan og avtalan um Fíggjarlógina vóru í andsøgn við krøvini hjá Miðflokkinum.

Deil