Semja um nýggjan sáttmála hjá sjúkrarøktarfrøðingunum

Kristina Háfoss og Óluva í Gong skriva undir nýggju semjuna. (mynd: fmr)

Landsstýrið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava í dag gjørt semju um nýggjan 2 ára sáttmála. Semjan varð undirskrivað í Leigubúðini í Tinganesi í kvøld.

Tískil er verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum avlýst.

– Fegin um, at vit við hesi semju fremja eitt stórt átak fyri at lyfta lønina hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Sjúkrarøktarfrøðingar eru millum teir fakbólkar, ið hava verið afturúrsigldir í áravís, og er tíðin komin til, at vit skulu lyfta henda og ávísar aðrar fakbólkar komandi tíðina. Munandi hækking av lønarendastigi upp í 34.000 kr., eftirløn á førleikaviðbøtir, hækking av leiðslulønum, umframt ein heilt nýggj lønarskipan, eru øll partar av semjuni, ið fer at geva sjúkrarøktarfrøðingum eitt søguliga stórt lønarlyft”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Eisini Óluva í Gong, forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fegnaðist um lønarlyftið. Við Kringvarpið segði hon í kvøld, at hetta lyftið fekk hennara limir at nærkast teimum bólkum, ið hava somu útbúgvingarlongd og ábyrgd.

 

Deil