Sjúklingin fyrst – og fremst!

Hvussu tryggja vit tær sum borgara í Føroyum – uttan mun til hvar í landinum tú býrt – skjótastu og bestu viðgerðina, sum sjúkrahúsverk okkara eigur at kunna veita? Vit mugu av álvara flyta kjakið til at snúgva seg um, hvussu vit fylla maksimalt innihald fyri sjúklingin inn í teir sjúkrahúskarmar, vit hava.

Tað er millum mest átrokandi mál hjá einari komandi samgongu, at fáa lagt trygt grundarlag undir sjúkrahúsverkið. Tí var tað kærkomin sigur, tá tað í vár eyðnaðist at fáa samtykt uppskot okkara um, at ein greið menningarætlan skal gerast fyri Sjúkrahúsverk Føroya. At allir flokkar tóku undir við málinum, byrtir undir vónina, at eisini vilji fer at verða til at raðfesta ta fíggjarorku, sum er neyðug, skulu vit hava eitt sjúkrahúsverk á nútímans støði.

Fyrr í summar bjóðaði landsstýrismaðurin í Heilsumálum til fund um hesa ætlan, og lovaði hann við embætisfólki sínum, at seta skjøtil á arbeiðið beinanvegin. Nýggi sjúkrahússtjórin setti í Degi og Viku eisini vón á hetta arbeiðið, sum má fáa hægstu raðfesting.

Bestu og tryggastu viðgerðina

Tíverri endar eitt kjak um sjúkrahúsverkið aloftast í kegli um tal av sjúkrahúsum og leiðslum. Heldur enn at snúgva seg um tað, sum hevur týdning fyri hvønn einasta borgarar í landinum: Hvussu fáa allir føroyingar best møguligu bráðfeingishjálp og so góða og trygga viðgerð, sum tað yvirhøvur ber til at veita?

Vit vita, at meira peningur skal til. Vit nýta væl minni pengar til sjúkrahúsverkið, enn flestu grannalond okkara gera. Men pengarnir loysa bert ein avmarkaðan part av avbjóðingini, og tørvurin verður altíð størri enn tað, møguligt er at seta til.

Sjúkrahúsverkið er á einum álvarsomum vegamóti. Tí hóast eina rúgvu av eldhugaðum og dugnaligum starvsfólki, sum stríðist allan sólarringin fyri at fáa tingini at hanga saman, so veksur trýstið skjótt. Verða ikki neyðug politisk tøk tikin nú, kann støðan gerast so ring, at tað verður nærum ógjørligt at fáa eitt sjúkrahúsverk, sum tryggjar føroyingum ta tænastu, borgarin forvæntar og hevur krav uppá í einum framkomum samfelag.

Nýggir viðgerðarhættir og heiluvágur mennast støðugt, samstundis sum vit ynskja, at sjúklingurin í størstan mun fær viðgerð her heima. Tí mugu vit eisini seta púra greið mál fyri, hvørjar tænastur og viðgerðir eitt nútímans sjúkrahúsverk skal veita.

Hetta kann gerast við einari fakligari sterkari raðfestingarnevnd, so sum Trivnaðarnevndin vísir á í álitinum til tingmál 139/2014, um visjón og menningarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Heilsusamstarv millum grannar

Talið á heilsustarvsfólki við serútbúgving er avmarkað, og tørvurin á áhaldandi fakligari menning er stórur. Menningarætlanin skal tí eisini fevna um miðvísa raðfesting av fakligu førleikunum hjá heilsustarvsfólkunum.

Hvørt ár keypa vit fyri omanfyri 100 mió kr av heilsutænastum uttanlands, nógv størsta partin frá Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, og eitt sindur aðrastaðni, eitt nú Landspitalinum í Reykjavík. Norðurlondini arbeiða í løtuni við at útbyggja heilsusamstarvið landanna millum. Luttók sjálv í vár í politiskum kjaki í Oslo um “sjúklingaflytføri” – hetta, at seta tørvin hjá sjúklinginum í miðdepilin og møguleikan fyri at bjóða borgarunum fremstu viðgerð. Eisini í grannalondum okkara er avbjóðingin ómetaliga stór, at hava nóg góða kompetansu í øllum sergreinum.

Vit skulu sjálvandi stríðast fyri at fáa so góð og vælútbúgvin starvsfólk sum til ber til føroyska heilsuverkið. Men, vit fara altíð at keypa part av heilsutænastunum uttanlands, og tá eigur tað at gerast har, sum fremsta serfrøðin er.

Eitt dygt sjúkrahúsverk

Nú má sjúklingurin setast í miðdepilin. Tá vit vita, hvat vit vilja við sjúkrahúsverki okkara, og tá vit vísa viljan til at røkka settu málunum, verður neyvan so stórur trupulleiki at semjast um, hvørjar tænastur skulu vera hvar. Allir føroyingar hava rætt til eitt trygt og dygt sjúkrahúsverk!

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Tjóðveldi

Deil

Viðmerkingar