Tvey nýggj valevni hjá Javnaðarflokkinum í Norðstreymoy

Javnaðarflokkurin stillar hesaferð upp við tveimum nýggjum valevnum til løgtingsvalið. Tað eru Hilbert Elisson úr Vestmann og Sonni Samuelsen úr Hósvík.

Hvørki Hans Pauli Strøm, Kim Durhuus ella Súsanna Mortensen, ið vóru valevni í 2011, stilla upp aftur hesa ferð.

 

Hilbert Elisson er 44 ára gamal, byggifrøðingur og arbeiðir sum verkætlanarleiðari í byggideildini hjá Landsverki. Á kommunuvalinum kom hann í bygdarráðið í Vestmanna við næstflestu atkvøðum. Hann er formaður í teknisku nevnd umframt limur í fíggjar- og havnanevnd. Hilbert er í allar mátar ein virkin maður. M.a. var hann við tann langa og harða súkklutúrin til París í summar við Team Rynkeby. Hetta er eitt norðurlendskt vælgerðar súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra.

 

Sonni Samuelsen er 40 ára gamal, ættaður úr Vík og býr í Hósvík saman við konuni og fýra børnum. Sonni er arbeiðsformaður hjá byggifyritøkuni Articon, har hann hevur arbeitt síðstu tólv árini.

Hann stillaði upp fyrstu ferð til seinasta kommunuval í Sunda kommunu, har hann bleiv valdur við næstflestu atkvøðum. Sonni Samuelsen er varaborgarstjóri í Sunda kommunu og formaður í teknisku nevnd.

Tá tað ikki snýr seg um arbeiði, politikk og familjuna, brúkar Sonni stóran part av síni frítíð til fótbólt, har hann hevur verið venjari hjá fleiri ungdómsliðum hjá Eb/Streymi tey síðstu mongu árini.

Deil

Viðmerkingar