Almenn móttøka í nýggja høvuðssætinum hjá Almannaverkinum

Nýggja høvuðssætið hjá Almannaverkinum er betri, bíligari og munandi grønari enn gomlu hølini hjá stovninum. Almenn móttøka verður á Staravegi 18 fríggjadagin 1. september millum klokkan 15 og 17, har øll eru vælkomin. 

Almannaverkið er flutt inn í nýggj høli á Staravegi 18. Hóast stovnurin einans er fluttur fáar metrar, so er munurin stórur fyri bæði starvsfólk, viðskiftafólk og fyri umhvørvið. Nýggi bygningurin er eitt frambrot fyri stovnin.

Almannaverkið hevur undirskrivað ein 10 ára leigusáttmála við Sp/f Fróði Sigvardsen, sum hevur bygt bygningin til endamálið hjá Almannaverkinum. Leigukostnaðurin er 1.100 krónur fyri fermeturin um mánaðin, og tá er húsavørður við í sáttmálanum.

Ein góður og bíligur bygningur
Sáttmálin millum Almannaverkið og Sp/f Fróði Sigvardsen varð undirskrivaður, áðrenn spakin varð settur í, og byggiharrin hevur sostatt tikið allan byggiváðan á seg. Nú bygningurin er liðugur má staðfestast, at Fróði Sigvardsen hevur stýrt verkætlanini væl.

Arbeiðið byrjaði á sumri í 2016 og 13 mánaðar seinni stóð bygningurin liðugur. Bygningurin kostar tilsamans 23 milliónir krónur, sum svarar til ein byggikostnað uppá slakar 10.000 krónur fermeturin.

Betri arbeiðsumstøður fyri bæði starvsfólk og viðskiftafólk
Øll arbeiðshøli hava stórar glasflatur, sum tryggja gott ljós inni, nýmótans luftskiftisskipan og eru innrættaði við tilfari, sum hevur góðar akustiskar eginleikar. Góðu hølini, hugnaligu felagshølini og ljósa og rúmliga móttøkan skapa góðar arbeiðsumstøður fyri starvsfólk og hava til endamáls at taka væl ímóti og tæna viðskiftafólki.

Almenn móttøka verður í nýggju hølunum í dag, fríggjadagin 1. september, millum klokkan 15 og 17, har høvi verður at síggja hølini. Øll eru vælkomin.

Deil

Viðmerkingar