Eingin fekk skaða av skotunum

Eingin fekk skaða, tá ein maður í 40 árunum skeyt við byrsu heima hjá sær sjálvum í Hoyvík gjár seinnapart.

Sambært Kringvarpinum verður maðurin avhoyrdur í morgun, tí hann var ov ávirkaður, tá hann varð handtikin í gjár.

Tað var í gjár seinnapart, at skot ljóðaðu í grannalagnum Millum Gilja. Eitt av skotunum rakti ein rút í einum grannahúsi, og maðurin varð handtikin og hald varð lagt á byrsuna.

Skottilburður í Hoyvík

(Visited 419 times, 1 visits today)
Deil