Eystari brimgarður byrjar at taka skap

Í seinastuni hava gravimaskinur, bæði á sjógvi og landi, lagt grót upp til brimverju á nýggju Skansabryggjuni. Tað hevur sæð heldur løgið út, at sæð eina broyt grivið niður í sjógv av einum flaka, men skil er í.

Á myndini, sum Ólavur Frederiksen hevur tikið við dronu, síggjast maskinurnar stríðast við eina ávegis brimverju til veturin, meðan tveir grótbátar, javnt og samt, nátt sum dag, føra grót uttan av Glyvursnesi. Løgið at síggja framtíðina taka skap soleiðis heilt ítøkiliga.

Deil