Havið tøkan pening við í býin

mynd: banknordik á facebook

Halloween er vorðið eitt av stóru veitslukvøldunum seinastu árini, men tað kann gerast turt í gløsunum, um man ikki hevur tøkan penining við í býin í kvøld.

Ætlar tú í býin, so er tað eitt gott hugskot at hava eitt sindur av reiðum peningi við í lummanum.

Gjaldskort og sjálvtøkur verða nevniliga tíverri óvirkin millum kl. 01 og 3.30 sunnunáttina. Orsøkin er, at KT-veitarin hjá peningastovnunum dagførir skipaninar um vikuskiftið.

(Visited 215 times, 1 visits today)
Deil