Skottilburður í Hoyvík

Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroe Photo

Seinnapartin var ein skottilburður í Hoyvík, ein maður skeyt inni í húsum sínum, og eitt av skotunum fór inn til grannan, har ein rútur brotnaði. 

Fólk í grannalagnum, sum Tórsportalurin hevur tosað við, siga, at talan var um minst tvey skot, kanska trý.

Tveir løgreglubilar komu á staðið, og løgreglumenn í skottryggum vestum handtóku mannin.

Av løgreglustøðini høvdu tey ongar viðmerking, tá Tórsportalurin ringdi í kvøld, og bóðu okkum ringja aftur í morgin, tá meira er at frætta í málinum.

(Visited 6.114 times, 1 visits today)
Deil