Eina stóra spann av stórum smáfiski

Westward Ho fullfermd við 6. flokkum í Nólsoyarfirði. (Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

Tórshavnar kommuna bjóðar skúlaflokkum í kommununi út at fiska við Westward Ho.

Í dag vóru tað 6. flokkar, ið kastaðu snørið í Nólsoyarfirði.

Túrurin eydnaðist væl og størsti fiskurin vá um 5 kilo.

Fínasta veður og veiðan varð mett til einar 40 fiskar ella so.

(Visited 129 times, 1 visits today)
Deil