Kom í læru hjá okkum

P/F Wenzel

Tórshavn

Vit leita eftir einum eldhugaðum lærlingi at koma í læru á bilverkstaði okkara. Vit vænta, at:

– tú ert álítandi, røkin og fyrikomandi

– tú arbeiðir sjálvstøðugt

– tú dugir at samstarva

Lønin er eftir sáttmálanum. Meira fæst at vita um starvið, við at ringja til Jákup á tlf. 23 55 06.

Hjá Wenzel er tað umráðandi, at okkara starvsfólk trívast og at kundar okkara eru nøgdir. Tí virka vit fyri, at vit í góðum arbeiðsumhvørvi veita kundum okkara góða tænastu. Vit tryggja okkum, at vitan okkara um bilar verður støðugt dagførd, soleiðis, at vit altíð eru í fremstu røð fakliga.

Í dag arbeiða 19 fólk hjá P/f Wenzel, fleiri teirra hava drúgvar royndir hjá Ford og Volvo í Føroyum.

Umsóknarfreistin er 28. august 2017. Skrivlig umsókn merkt “lærlingur” skal, saman við prógvum, viðmælum o.ø, sendast til:

P/F Wenzel
Postboks 3043
110 Tórshavn
Att: Jákup Hansen

ella til jakup@wenzel.fo

Fyri at senda eina umsókn til hettar arbeiði send tínar upplýsningar til jakup@wenzel.fo

Deil

Viðmerkingar