Aftur í 80’ini – men einki rok

Guðsbørn batna, verður ofta tikið til, og so man eisini vera nú, tí hóast Hoyvíkshøllin var á tremur við teimum, sum vóru ung í 80’unum, so sluppu vit undan øllum tí rokinum, ið merkti náttarlívið í 80’unum.

Rættiliga nógv fólk var í býnum, men sambært vakthavnadi á løgreglustøðini, gekk náttin sera friðarliga.

– Vit høvdu okkurt smávegis herverk, men einki sum er vert at skriva um, sigur vakthavandi.