Badmintongull og -silvur í Reykjavík

20 føroyskir senior badmintonleikarar hava verið í Reykjavík um vikuskifti, har tey hava spælt í ávíkavist Meistarabólkinum, A- og B bólkunum. Spælt hevur verið bæði í einmans-, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Meistaramót Reykjavík er ein opin kapping, og tað verða bert latin heiðursmerki til 1. og 2. pláss. Nógvir góðir og spennandi dystir blivu leiktir, og leikarnir eru nøgdir við kappingina.

Tað er serstakliga í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, at íslendingar góvu føroyingum ein skarpan umgang. Men føroyingar komu í semifinalur í øllum bólkunum. Í meistarabólkinum vóru tað Gunnarstein brøðurnir, sum leiktu ein tættan tvímansleik, og systrarnar Carlsson stóðu seg væl ímóti íslendsku kvinnunum. Í A bólkinum vóru Gunnva Jacobsen og Sólfríð Hjørleifsdóttir akkurát ov stuttar til at sleppa víðari í finaluna. Men tað vóru føroyingarnir Herman Eysturoy og Ómar Sigurbergsson, sum vunnu silvur í tvímansleiki bólkur B.

Føroyingarnir komu sostatt heim við 1 gullmerki og 4 silvur. Rannvá Carlsson vann silvur (Meistarabólkur), Brynhild Carlsson gull (A bólkur), Sólfríð Hjørleifsdóttir silvur (A bólkur), Hermann Eysturoy silvur og Ómar Sigurbergsson silvur (B bólkur).

Á viðheftu felagsmyndini síggjast fleiri av HBF leikarunum, sum vóru við. Brynhild Carlsson, Simone Romme, Nikolaj Gunnarstein, Aksel Poulsen, Ómar Sigurbergsson mangla á myndini. Harumframt luttóku leikarar úr KBF, VÍF og MBF. Eisini eru myndir frá kappingini og heiðursmerkjahandanini.

Brynhild Carlsson gull og Sólfríð Hjørleifsdóttir silvur, bólkur A í einmansleiki.
Brynhild Carlsson gull og Sólfríð Hjørleifsdóttir silvur, bólkur A í einmansleiki.
Hermann Eysturoy og Ómar Sigurbergsson vunnu silvur í tvímansleiki B bólki.
Hermann Eysturoy og Ómar Sigurbergsson vunnu silvur í tvímansleiki B bólki.

Hermann Leikararnir til Meistaramot

Rannvá Carlsson vann silvur í meistarabólkinum.
Rannvá Carlsson vann silvur í meistarabólkinum.

Omar fegnast Rannva i dysti Rannva

(Visited 202 times, 1 visits today)
Deil