Eingin havnarmaður til Klaksvíkar í nátt

Havnarfólk halda á at skikkað sær pent, verður sagt at løgreglustøðini í Havn. Hóast nógv fólk var í býnum, so var einki at boða frá úr døgnrapportini, sigur vakthandi.

Lønarútgjalding hevur verið hjá nógvum, og fleiri tiltøk vóru í býnum, og tá er ofta nógv at gera, men ikki hesaferð. Tað bleiv ikki til ein einasta túr til Klaksvíkar, har arrestin er.

Deil