Føroyar hava hálva aðru tilnevning til Nordisk Musikpris

Tað er nú greitt hvørji nøvnini eru, ið eru tilnevnd til Nordisk Musikpris. Í ár fer prísurin til ein bólk ella eitt tónlistarfólk, føroyska tilnevningin tók nógv av bóli, tí tónleikagreinin, ið er umboða er Doom málmur, nakað, ið ikki er sætt í sambandi við hesa heiðursløn áður.
Tað kemst tó ikki uttanum, at verkið,´”Evst”, ið Hamferð lat úr hondum í fyrra árið, er eitt stórt tónlistarligt verk, ið av ummælarum er samanborið við eina opera. Røddin hjá Jón Aldará er eisini ein av teimum bestu, ið Føroyar hevur fostra, umframt, at bólkurin hevur eitt sera greitt konsept, ið ger teir heilt serstakar ikki bara innan fyri tungmálm, men sum heild í føroyskum tónleiki.

Men Hamferð er ikki einasta tilnevnda navnið, ið hevur tilknýtið til Føroyar. Eitt av donsku íkastunum er Michala Petri, ið hevur havt tilknýti til Føroyar í nógv ár, og sum livir saman við føroyska tónaskaldinum Sunleif Rasmussen, og sostatt javnan býr á Sandi, tá hennara konsertskrá kring heimin annars loyvir tí.

Annað hvørt ár verður tónleikaheiðurlønin latin tónleikurum ella bólkum, ið framføra tónleik, meðan tað annað hvørt ár er ein komponistur, ið fær heiðurin.

Les um tilnevningina av Hamferð her

Les um tilnevningina av Michalu Petri her

Deil